Nei, talan er ikki um torgreiðar diagnosur ella eitt tilboð til sjúklingar, ið staðfestir hetta ella hatta. Talan er um umbygging av C bygninginum, ið er tann, sum vendir oman og niðan frá J. C. Svabosgøtu. Bygningurin er gamal, og verandi tekningar ikki nøktandi. Tí var neyðugt við uppmátingum.
Munin fekk uppgávuna at gera uppmátingarnar. Gjørt var av at máta niðara part av bygninginum við LiDAR skannara frá jørðini, og ovara part og tekjuna við LiDAR skannara á einari dronu, soleiðis at grundarlagið fyri projektering kundi gerast so neyvt sum yvirhøvur til ber.
So til tað nørduta: Lidar – Light Detection and Ranging. Lidar er uppmátingarháttur, sum mátar frástøður við at peika ein lasara móti einum luti og máta tíðarbilið til ljósið kemur aftur til móttakaran. Á henda hátt ber til at framleiða sera neyvar 3D lendislýsingar.
Mátingarnar verða brúktar m.a. í CAD-forritum, sum í hesum førinum eru talgild 3D kort við púra neyvum lendiskurvum. Við at gera eina nærum fullkomna mynd av øllum sjúkrahúsøkinum, ber til at siga, hvussu nýggi bygningurin fer at taka seg út í lendinum og hvussu hann møguliga fer at ávirka nærumhvørvið. Fer ein hækking av verandi bygningi at ávirka tyrluflúgvingina til landssjúkrahúsið? Hvussu verður við ljósviðurskiftum? Hetta og ikki minst púra neyvar dátur um verandi bygningar og lendi, fingu vit til vega við Lidar 3D skanningum. Dáturnar verða grundarlag undir projektering og umbygging av allari verkætlanini.




