Svimjihøllin Bylgjan hevur munin...

Síðan 2016 hevur Munin verið partur av verkætlanini at byggja nýggja svimjihøll í Runavík.
Í tíðini til spakin varð settur í, gjørdi Munin fyrireikandi uppmátingar av lendisumstøðum í økinum.
Síðani 2022 hevur Munin, sum undirveitari hjá Kanjon, gjørt allar uppmátingar og avsetingar, soleiðis at konstruktiónin á bygninginum er rætt staðsett í mun til tekningar.
Eitt nú settu vit allar límtræ-sperrurnar av við millimeturs neyvleika, soleiðis at tær kundu setast upp uttan trupulleikar. Hesar og aðrar avsetingar hava á tann hátt tryggja konstruktiónina, og at byggingin trygt kundi halda áfram.
Jarðhitarørini til jarðhitaskipanina, ið er ein tann størsta í Føroyum, hava vit eisini mált upp.
Vit settu somuleiðis sjálvan svimjihylin av, soleiðis at hann lýkur altjóða ásetingar fyri 25 m kappingarhyl.
Vit í Munin takka fyri avbera gott samstarv við Kanjon og ynskja Runavíkar kommunu tillukku við svimjihøllini.


Landsjarðarskipan ment til Búnaðarstovuna

Andrass Holm Arge, deildarleiðari og Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni saman við Búa Una Jensen, stjóra, John Zachariassen, verkætlanarleiðara og Mads Helga Poulsen KT fólki hjá Munin.

Munin hevur nú handað Talgildu Landsjarðarskipanina til Búnaðarstovuna.

Talgilda Landsjarðarskipanin savnar allar upplýsingar í sambandi við landsjarðirnar, sum eru ogn hjá Føroya landsstýri, og sum Búnaðarstovan umsitur.

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, fegnast um at vitan, ið higartil var tøk í ringbindum, kartotekskortum og enntá í minninum hjá starvsfólki, nú er skipað í einum dátugrunni. Tað er eitt stórt framstig fyri umsitingina av landsjørðini.

- Vit eru heppin at hava sera dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum og góðum minni, men tað er sjálvandi altíð ein váði, um ymiskt ikki er skjalfest og ikki er skipað eftir einum greiðum leisti við einum góðum yvirliti, sigur stjórin.

- Skipanin sameinir GIS við fyrisitingarligan dátugrunn. Úrslitið er eitt fullfíggjað yvirlit við kortdátum yvir allar jarðir, ið vit umsita og varða av, umframt yvirlit við øllum festarum og leigarum á jarðunum. Hon gevur somuleiðis atgongd til sporføri og ger okkara umsiting betri og smidligari, vísur hann á.

Skipanin er knýtt at fólkayvirlitinum, yvirlitinum hjá Matrikulstovuni, Tinglýsingini og Heldini. Hon lesur støðugt dátur úr hesum skipanum, og boðar frá, tá broytingar henda. Sostatt fær Búnaðarstovan fráboðanir, eitt nú tá viðskiftafólk flyta bústað, andast, ella tá broytingar henda á matriklunum kring landið. Men skipanin hevur eisini funnið gamlar skrásetingar villur viðvíkjandi landsjarðunum, soleiðis at skipanin á tann hátt er við til at rudda í verandi skrásetingum.

Tróndur Leivsson fegnast um brúkaravinsemið og at starvsfólkini kenna seg aftur í greiðu brúkaraflatuni, sum er bygd á kenda tøkni hjá Microsoft og ESRI.

Tróndur sær eisini stórar menningarmøguleikar, ikki bara í skipanini sjálvari, men eisini í teimum møguleikum, ið skipanin gevur fyri at geva almenninginum atgongd til vitan um landsjarðirnar.

Skipanin hevur somuleiðis allar avtalur skrásettar, so fráboðanir koma, tá hesar skulu endurnýggjast ella eftirhyggjast.

Hetta er ein skipan, ið sameinir styrkirnar á menningardeildini í Munin við dygdirnar í Hugin-skipanini fyri at nøkta tørvin hjá Búnaðarstovuni at fáa yvirlit yvir landsins jarðir.

- Hetta hevur verið ein spennandi og drúgv tilgongd við einari meira umfatandi uppgávu enn vanligt. Tí er tað ein góð kensla at vera komin á mál og síggja, at skipanin veruliga ger mun fyri Búnaðarstovuna, sigur John Zachariassen, verkætlanarleiðari fyri Munin.

Munin takkar fyri samstarvið higartil og ynskir Búnaðarstovuni til lukku við nýggju skipanini.

 

Andrass Holm Arge og Tróndur Leivsson, frá Búnaðarstovuni og John Zachariassen og Mads Helgi Poulsen frá Munin skriva undir avhendingarskjalið fyri Talgildu Landsjarðarskipanina.

 

Um Hugin og Talgildu Landsjarðarskipanina:

Munin hevur ment Hugin-pallin, ið Talgilda Landsjarðarskipanin er bygd á. Loysnin er sett upp á kervinum hjá KT-landsins, sum Búnaðarstovan er partur av. Á Hugin-pallinum eru brúkarastýring, gjaldsskipan, uppgávustýring og kort-loysnir.

 

Munin mátaði upp fyri Borg

Tað krevur millimetra neyvleika, tá fundamentir, betongveggir og sperrur skulu passa saman, serliga tá hvør einstakur lutur vigar fleiri tons. Soleiðis var eisini, nú glæsiligi bygningurin hjá Borg á Glyrum skuldi byggjast.
Tí valdu Kanjon og Borg okkum í Munin at gera alt landmátingararbeiðið og at avseta allar lutir sambært tekningunum.
Nú bygningurin er latin upp, so kunnu vit bara staðfesta, at enn einaferð eydnaðist okkara arbeiði við millimeturs neyvleika.
Vit gleða okkum til leygarkvøldið, har Chase og Týr fara at trykkroyna hølina.
Vit takka Kanjon og Borg fyri framúr gott samstarv og ynskja øllum pørtum tillukku við verkinum.

Skelta við staðarnøvnum á Nesi

Munin hevur hjálpt Nes kommunu við at samla og skráseta gomul staðarnøvn. Nú eru tey prentað á samvirkin skelti, sum í hesum døgum vera sett upp í kommununi.
Í Hjøllum, Útistova, Leigustova, Hákunarstova, úti í Forna ella í Túni, fyri ikki at tosa um á Gadd. Í Nes kommunu eru heitini nógv, og nú ber til bæði at læra seg nøvnini og at lesa um upprunan av teimum.
Munin veitti eina skrásetingarsíðu til kommuna, har heimildarfólk kundu skráseta staðarnøvnini, og knýta tey til rætta staðið á einum korti. Hesar skrásetingar eru so hvørt blivnar virknar á eini sergjørdari heimasíðu.
Á síðuni finnur brúkarin staðarnøvn við at leita eftir parti av staðarnavni ella við at tøppa á staðið á kortinum. Brúkarin sær á snildfonini, hvar hann sjálvur er staddur á kortinum, og kann tí lætt finna júst tað staðið.
Eisini hevur Nes kommuna nú sett skelti upp við QR kotu, ið leinkja inn til staðanøvini, sostatt kann man skanna hesar og koma beint inn á viðkomandi síðu at lesa um navnið.

Mátaðu gamla sjúkrahúsið upp

Nei, talan er ikki um torgreiðar diagnosur ella eitt tilboð til sjúklingar, ið staðfestir hetta ella hatta. Talan er um umbygging av C bygninginum, ið er tann, sum vendir oman og niðan frá J. C. Svabosgøtu. Bygningurin er gamal, og verandi tekningar ikki nøktandi. Tí var neyðugt við uppmátingum.
Munin fekk uppgávuna at gera uppmátingarnar. Gjørt var av at máta niðara part av bygninginum við LiDAR skannara frá jørðini, og ovara part og tekjuna við LiDAR skannara á einari dronu, soleiðis at grundarlagið fyri projektering kundi gerast so neyvt sum yvirhøvur til ber.
So til tað nørduta: Lidar - Light Detection and Ranging. Lidar er uppmátingarháttur, sum mátar frástøður við at peika ein lasara móti einum luti og máta tíðarbilið til ljósið kemur aftur til móttakaran. Á henda hátt ber til at framleiða sera neyvar 3D lendislýsingar.
Mátingarnar verða brúktar m.a. í CAD-forritum, sum í hesum førinum eru talgild 3D kort við púra neyvum lendiskurvum. Við at gera eina nærum fullkomna mynd av øllum sjúkrahúsøkinum, ber til at siga, hvussu nýggi bygningurin fer at taka seg út í lendinum og hvussu hann møguliga fer at ávirka nærumhvørvið. Fer ein hækking av verandi bygningi at ávirka tyrluflúgvingina til landssjúkrahúsið? Hvussu verður við ljósviðurskiftum? Hetta og ikki minst púra neyvar dátur um verandi bygningar og lendi, fingu vit til vega við Lidar 3D skanningum. Dáturnar verða grundarlag undir projektering og umbygging av allari verkætlanini.

 


Rottutýning í kommununum

Lundin er aftur farin at reiðrast kring Sumba. Á Munin fegnast vit um at hava fingið høvi at gera okkara part fyri at hjálpa kommununi við rottutýningini.
Sumbiar, Vestmanna, Sunda og Kvívíkar kommunur brúka eins og fleiri aðrar kommunur uppgávustýringina á okkara kt-palli, Hugin, við ískoytisforritinum: rottutýning.
Forritið skipar rottutýningina í kommununi. Eiturkassar og rottufellur verða skrásett og víst á kortinum, har mynd vísir neyvu staðsetingina.
Tá tíð er til eftirlit, verður hetta frámerkt á kortinum, og frámerkingin hvørvur, tá ið eftirlitið er gjørt.
Sum partur av eftirlitinum boðar týningarfólkið frá, hvussu nógv eitur er eftir í kassunum, og um eitrið er skift út við nýtt.
Fyri at fáa ábending um, hvussu nógv ella lítið er av rottu, eru sáld til at vísa eiturkassar, har eitursnøgdin er minkað, og annað sáld vísir, har eitursnøgdin ikki er minkað.
Kortið vísir somuleiðis, hvar fráboðanir eru komnar um rottu.
Tað krevur bæði vilja og áræði at berja rottustovnin niður, og tað hava nevndu kommunurnar. Vit hava bert veitt amboðini at gera arbeiðið regluligari, meir skipað og effektivari.

Kringvarpið vitjaði úti í kommununum her fyri, og gjørdi eitt innslag um innsatsin at týna rottu. Hygg at innslagnum her


SEV skrásetir sínar kaðalar

Sev fær sett sínar kaðalar á kort, tá ið uppmátingar verða gjørdar sum her við Eiðisskarð og Eiðisvatn.
Við uppmáting veit Sev heilt neyvt, hvar kaðalin liggur, og kann tí lætt finna fram til kaðalin, um brek er á honum. Eisini slepst undan ivamálum, um hvar kaðalin liggur, tá ið grivið aftur verður niður í jørðina har um leiðir.
Uppmátingin er við til at tryggja Sev neyðuga innlitið og amboðini at taka røttu avgerðirnar í økinum.
Uppmátingin verður gjørd við Leica GNSS RTK stokki við GS16 antennu og CS20 skermi.
Hava tit tørv á uppmátingum, setið tykkum endiliga í samband við okkum.


Sjálvvirkandi dagføring av lendisskrá

Byggisamtyktin hjá kommununi kann sjálvvirkandi gerast partur av lendisskránni hjá Umhvørvisstovuni. Av tí at tit hava hýsing av byggisamtyktini hjá Munin, kunnu tit velja at fáa eina ískoytistænastu, so tit lætt kunnu fylgja krøvunum frá Umhvørvisstovuni.

Tann 1. januar 2024 kom kunngerð um lendisskrá í gildi. Kunngerðin ásetir, at allar góðkendar og ætlaðar byggisamtyktir skulu skrásetast í eini lendisskrá, sum Umhvørvisstovan umsitur. Hetta kann tykjast møtimikið hjá kommunum, har nóg mikið er at gera frammanundan.

Munin hevur ment eina tænastu, har byggisamtyktin fyri tína kommunu dagliga verður latin Umhvørvisstovuni í tí sniði og við teimum upplýsingum, ið Umhvørvisstovan hevur ásett.

Umhvørvisstovan fær á hendan hátt uppskot til broytingar í byggisamtyktini, galdandi byggisamtykt og teir partar av byggisamtyktini, sum eru farnir úr gildi.

Um slóð til byggisamtyktartekstin er partur av tykkara kort-upplýsingunum, verður slóðin eisini latin Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisstovan dagførir síðani kortal.fo, soleiðis at tann skipanin hevur røttu upplýsingar um byggisamtyktir í tykkara kommunu.

Umhvørvisstovan fær eisini upplýsingar, so hon kann vísa byggisamtyktina við teimum litum, sum kommunan hevur ásett.

Um Umhvørvisstovan krevur broytingar, eitt nú at teigur skal leggjast aftrat ella líknandi, lagar Munin veitingina til.

Munin eygleiðir og tryggjar, at veitingin av dátunum koyrir eftir ætlan. Hetta ger, at tær halda eina ásetta góðsku.

Hevur tykkara kommuna hug at frætta meira um, hvussu Munin kann hjálpa tykkum, kunnu tit skriva ella ringja til okkara.


Staðarnøvn í Hvalbiar Sókn

Fyri nú skjótt trimum árum síðani, spurdu John Berg og Leivur Nygaard kommununa, um kommunan vildi gjalda fyri talgilt kort frá Munin, tí teir ætlaðu at staðseta staðarnøvnini í Hvalbiar sókn – Lítla Dímun er eisini við.
Kommunan játtaði og teir fóru í gongd við arbeiðið beinanveg. Hetta má sigast at vera eitt megnar arbeiði, tí 2100 nøvn eru staðsett og helst var hetta í tøkum tíma at fáa gjørt.

Til fleiri av staðarnøvnunum er frágreiðing og eisini hava teir tikið sera flottar dronumyndir, sum vísa staðarnøvnini. Hetta má sigast at vera ein týðandi partur av søguni hjá Hvalbiar sókn, sum hervið er skjalsettur. Vit í kommununi takka John og Leivi fyri hetta teirra megnar arbeiði.
Á myndini síggjast John, Leivur og Janus-borgarstjórin á skrivstovuni hjá kommununi, ið hevur verið arbeiðsrúm teirra í nú skjótt trý ár.
Vegna Hvalbiar kommunu fari eg, Janus Thomsen, borgarstjóri, at takka fyri arbeiði teirra.
Leinkið til staðarnøvnini liggur á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu – hvalba.fo – staðarnøvn.
Viðmerkingar og ískoyti eru vælkomnar, tí okur hava møguleika at fara á kortið at broyta, um so skuldi verið. Tykur kunnu seta tykum í samband við John Berg ella Leivur Nygaard.

Tú finnir staðarnøvnini her