Svimjihøllin Bylgjan hevur munin...
Síðan 2016 hevur Munin verið partur av verkætlanini at byggja nýggja svimjihøll í Runavík.
Í tíðini til spakin varð settur í, gjørdi Munin fyrireikandi uppmátingar av lendisumstøðum í økinum.
Síðani 2022 hevur Munin, sum undirveitari hjá Kanjon, gjørt allar uppmátingar og avsetingar, soleiðis at konstruktiónin á bygninginum er rætt staðsett í mun til tekningar.
Eitt nú settu vit allar límtræ-sperrurnar av við millimeturs neyvleika, soleiðis at tær kundu setast upp uttan trupulleikar. Hesar og aðrar avsetingar hava á tann hátt tryggja konstruktiónina, og at byggingin trygt kundi halda áfram.
Jarðhitarørini til jarðhitaskipanina, ið er ein tann størsta í Føroyum, hava vit eisini mált upp.
Vit settu somuleiðis sjálvan svimjihylin av, soleiðis at hann lýkur altjóða ásetingar fyri 25 m kappingarhyl.
Vit í Munin takka fyri avbera gott samstarv við Kanjon og ynskja Runavíkar kommunu tillukku við svimjihøllini.
Munin við Óðinsbrú
Munin við Óðinsbrú

Snotilig nýggi bygningurin Óðinsbrú á Óðinshædd er nú tikin í nýtslu, og er fullur av virksemi. Umframt at Lív, ið hevur bygt bygningin, búleikast har Norðoya Sparikassi, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið og ein skrivstovufelagsskapur, við m.ø. AKF og Howden Tryggingarmekling.
Vit á Munin tóku okkum av allari landmáting í sambandi við byggingina. Hetta var sjálvandi gjørt við størsta nærlagni, tí í sambandi við eina tílíka bygging er neyðugt, at alt verður gjørt við millimeturs neyvleika.
Tað var Jóan Petur Vang spf., ið stóð fyri arbeiðinum fyri LÍV, og eru vit fegin um, at tey valdu okkum sum undirveitara. Tað kennist onkursvegna næstan hóskandi, at júst hvassa ravnaeyga hjá Munin er partur av skapanini av Óðinsbrú.
Landsjarðarskipan ment til Búnaðarstovuna

Munin hevur nú handað Talgildu Landsjarðarskipanina til Búnaðarstovuna.
Talgilda Landsjarðarskipanin savnar allar upplýsingar í sambandi við landsjarðirnar, sum eru ogn hjá Føroya landsstýri, og sum Búnaðarstovan umsitur.
Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, fegnast um at vitan, ið higartil var tøk í ringbindum, kartotekskortum og enntá í minninum hjá starvsfólki, nú er skipað í einum dátugrunni. Tað er eitt stórt framstig fyri umsitingina av landsjørðini.
- Vit eru heppin at hava sera dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum og góðum minni, men tað er sjálvandi altíð ein váði, um ymiskt ikki er skjalfest og ikki er skipað eftir einum greiðum leisti við einum góðum yvirliti, sigur stjórin.
- Skipanin sameinir GIS við fyrisitingarligan dátugrunn. Úrslitið er eitt fullfíggjað yvirlit við kortdátum yvir allar jarðir, ið vit umsita og varða av, umframt yvirlit við øllum festarum og leigarum á jarðunum. Hon gevur somuleiðis atgongd til sporføri og ger okkara umsiting betri og smidligari, vísur hann á.
Skipanin er knýtt at fólkayvirlitinum, yvirlitinum hjá Matrikulstovuni, Tinglýsingini og Heldini. Hon lesur støðugt dátur úr hesum skipanum, og boðar frá, tá broytingar henda. Sostatt fær Búnaðarstovan fráboðanir, eitt nú tá viðskiftafólk flyta bústað, andast, ella tá broytingar henda á matriklunum kring landið. Men skipanin hevur eisini funnið gamlar skrásetingar villur viðvíkjandi landsjarðunum, soleiðis at skipanin á tann hátt er við til at rudda í verandi skrásetingum.
Tróndur Leivsson fegnast um brúkaravinsemið og at starvsfólkini kenna seg aftur í greiðu brúkaraflatuni, sum er bygd á kenda tøkni hjá Microsoft og ESRI.
Tróndur sær eisini stórar menningarmøguleikar, ikki bara í skipanini sjálvari, men eisini í teimum møguleikum, ið skipanin gevur fyri at geva almenninginum atgongd til vitan um landsjarðirnar.
Skipanin hevur somuleiðis allar avtalur skrásettar, so fráboðanir koma, tá hesar skulu endurnýggjast ella eftirhyggjast.
Hetta er ein skipan, ið sameinir styrkirnar á menningardeildini í Munin við dygdirnar í Hugin-skipanini fyri at nøkta tørvin hjá Búnaðarstovuni at fáa yvirlit yvir landsins jarðir.
- Hetta hevur verið ein spennandi og drúgv tilgongd við einari meira umfatandi uppgávu enn vanligt. Tí er tað ein góð kensla at vera komin á mál og síggja, at skipanin veruliga ger mun fyri Búnaðarstovuna, sigur John Zachariassen, verkætlanarleiðari fyri Munin.
Munin takkar fyri samstarvið higartil og ynskir Búnaðarstovuni til lukku við nýggju skipanini.

Um Hugin og Talgildu Landsjarðarskipanina:
Munin hevur ment Hugin-pallin, ið Talgilda Landsjarðarskipanin er bygd á. Loysnin er sett upp á kervinum hjá KT-landsins, sum Búnaðarstovan er partur av. Á Hugin-pallinum eru brúkarastýring, gjaldsskipan, uppgávustýring og kort-loysnir.
29/09/2025
Munin mátaði upp fyri Borg
Skelta við staðarnøvnum á Nesi
John stoypir KT loysnir
Mátaðu gamla sjúkrahúsið upp
Landmátingsteknikari til Munin
Munin søkir eftir landmátingsteknikara ella starvsfólki við samsvarandi royndum at gerast partur av okkara toymi.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, stórar og smáar og fevna um uppmáting og avseting á byggiplássum, útstykkingum og aðrastaðni kring allar Føroyar.
Tú tekur tær av hagreiðing og góðskutrygging av dátum. Millum vanligastu amboðini eru GNSS, totalstøð, drona og 3D lasaraskannari.
Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin landmátingsteknikari ella hevur samsvarandi royndir.
Kunnleiki til GIS og CAD er ein fyrimunur.
Tú hevur vanligt koyrikort.
Tú samskiftir væl á føroyskum, bæði í skrift og talu.
Vit vænta, at tú ert fleksibul, røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Lønin verður sett eftir avtalu.
Um tú heldur hetta vera áhugavert, og kundi tú hugsað tær fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Búa Una Jensen á tlf. 293605. Umsókn við lívsrensli skal sendast til munin@munin.fo í seinasta lagi týsdagin 10. desember 2024.
Um Munin
Á Munin arbeiða sjey starvsfólk. Umframt landmáting arbeiða vit við projektering, GIS og KT. Starvsøkini eru støðugt ment síðani fyritøkan varð stovnað í 1998. Fyritøkan leggur dent á trivnað og framhaldandi menning hjá starvsfólkunum.
Skrivstovan er á Dalastígi 7 í Tórshavn.
Nærlagni er í okkara stevnumiði.
Rottutýning í kommununum
Kringvarpið vitjaði úti í kommununum her fyri, og gjørdi eitt innslag um innsatsin at týna rottu. Hygg at innslagnum her
SEV skrásetir sínar kaðalar































