Projektering í 3D

Tað er í projektering av lendinum, at størstu óvissurnar í verkætlanini eru at finna. Okkara mál er, við nærlagni at finna eina javnvág millum kostnaðin av at gera hesar óvissur so smáar sum gjørligt og kostnaðin av at lata vera.

Vit vilja altíð tryggja byggiánaranum besta úrslit fyri rætta kostnaðin.

Altíð í 3D

Tað er greitt fyri okkum, at projekteringin má vera ein tilgongd, sum frá byrjan tekur støði í tí veruleika, sum hon skal ávirka – og veruleikin er rúmligur, staðbundin og knýttur at kringumstøðunum.

Altíð samstarv

Byggiánarin er við frá byrjan. Við at nýta visuellar projekteringshættir tíðliga í tilgongdini tryggja vit, at byggiánarin til fulnar kennir seg aftur í og tryggan við verkætlanini.

Altíð rætta grundarlag

Vit leggja dent á, at grunddáturnar eru dagførdar, eftirfarandi og við nøktandi neyvleika lýsa møguligar bindingar fyri verkætlanina tá høvuðsprojekt verður gjørt.

Altíð virðisøking

Tá projekteringin er í 3D ber til at eftirkanna, um tað eru tvídráttir í verkætlanini og bøta um teir. Nøgdir kunnu neyvt roknast.

Altíð fremst

Við 3D verkætlan kunnu arbeiðstakarar umframt at fáa eina rúmliga fatan av værkætlanini, eisini brúka maskinstýringar, sum tryggja, at arbeiðið verður útført sum projekterað.

Altíð við

Vit kunnu fylgja verkætlanini víðari við byggileiðslu og/ella eftirliti, alt eftir hvør tørvurin er.

Heimurin er ikki flatur

Vit projektera ikki bygningar – men næstan alt annað. Okkara servitan og styrki er í projektering upp til asfalt og sokkul:

  • Infrakervi
  • Byggibúning
  • Lendisstillagingar