John Zachariassen leiðir KT-deildina á Munin. Hann hevur eina fakliga bakgrund sum bachelor í oljuverkfrøði frá Fróðskaparsetrinum og nógv ár av praktiskum royndum.
John sigur: ‘Arbeiðsdagurin hjá mær gevur góða meining. KT-deildin ger loysnir og amboð, sum skulu lætta um arbeiðsdagin hjá øðrum. Vit skulu skilja fjølbroytta tørvin hjá okkara kundum og veita teimum eina greiða og brúkaravinarliga talgilda loysn – á føroyskum. Vit gera kunnleika og vitan atkomulig og fáa soleiðis minni sjónligar umstøður betri sjónligar – ella tú kanst siga, at vit mynda ein talgildan tvíbura av veruleikanum.’
John heldur fram: ‘tá ið vit á KT-deildini ‘stoypa’ eina loysn, er vanligt at sjónarmiðini eru rættuliga ymisk at byrja við. Men so við og við búnast ein loysn í huganum á okkum og teimum, sum hava biðið um loysnina. Hetta kjakið og tilgongdin avdúkar vanliga møguleikar, ið leiða til eina betri loysn, sum kundin kennir seg aftur í.
John er heimkærur vestmenningur, og hann hevur tokka til náttúruna og umhvørvið, sum er høgt í metum hjá honum. Arbeiðsdagurin gevur heilafimleik, men tað er tiltrongt at vera kropsliga virkin í frítíðini við til dømis rógvimaskinu í kappróðrarneystinum, einum svimjitúri ella at fáa sveittan fram í einum tøttum badmintondysti.
Tað er serliga kring heimbygdina, at John fer í hagan við fjallasúkklu. Góðveðursdagar er lokkandi at fara við bátinum til útróðrar, eftir havhesti, og ikki minst at sigla ímillum hinar bátarnar á árligu Bátastevnuni saman við fólki í góðum lag. Eftir besta førimuni gevur John sítt íkast til felagsskapin í væl ljómandi Vestmannakórinum. Ikki minst løturnar við vinum og familju vera virðismettar.