Svimjihøllin Bylgjan hevur munin...

Síðan 2016 hevur Munin verið partur av verkætlanini at byggja nýggja svimjihøll í Runavík.
Í tíðini til spakin varð settur í, gjørdi Munin fyrireikandi uppmátingar av lendisumstøðum í økinum.
Síðani 2022 hevur Munin, sum undirveitari hjá Kanjon, gjørt allar uppmátingar og avsetingar, soleiðis at konstruktiónin á bygninginum er rætt staðsett í mun til tekningar.
Eitt nú settu vit allar límtræ-sperrurnar av við millimeturs neyvleika, soleiðis at tær kundu setast upp uttan trupulleikar. Hesar og aðrar avsetingar hava á tann hátt tryggja konstruktiónina, og at byggingin trygt kundi halda áfram.
Jarðhitarørini til jarðhitaskipanina, ið er ein tann størsta í Føroyum, hava vit eisini mált upp.
Vit settu somuleiðis sjálvan svimjihylin av, soleiðis at hann lýkur altjóða ásetingar fyri 25 m kappingarhyl.
Vit í Munin takka fyri avbera gott samstarv við Kanjon og ynskja Runavíkar kommunu tillukku við svimjihøllini.


Munin við Óðinsbrú

Munin við Óðinsbrú

Snotilig nýggi bygningurin Óðinsbrú á Óðinshædd er nú tikin í nýtslu, og er fullur av virksemi. Umframt at Lív, ið hevur bygt bygningin, búleikast har Norðoya Sparikassi, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið og ein skrivstovufelagsskapur, við m.ø. AKF og Howden Tryggingarmekling.

Vit á Munin tóku okkum av allari landmáting í sambandi við byggingina. Hetta var sjálvandi gjørt við størsta nærlagni, tí í sambandi við eina tílíka bygging er neyðugt, at alt verður gjørt við millimeturs neyvleika.

Tað var Jóan Petur Vang spf., ið stóð fyri arbeiðinum fyri LÍV, og eru vit fegin um, at tey valdu okkum sum undirveitara. Tað kennist onkursvegna næstan hóskandi, at júst hvassa ravnaeyga hjá Munin er partur av skapanini av Óðinsbrú.


Landsjarðarskipan ment til Búnaðarstovuna

Andrass Holm Arge, deildarleiðari og Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni saman við Búa Una Jensen, stjóra, John Zachariassen, verkætlanarleiðara og Mads Helga Poulsen KT fólki hjá Munin.

Munin hevur nú handað Talgildu Landsjarðarskipanina til Búnaðarstovuna.

Talgilda Landsjarðarskipanin savnar allar upplýsingar í sambandi við landsjarðirnar, sum eru ogn hjá Føroya landsstýri, og sum Búnaðarstovan umsitur.

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, fegnast um at vitan, ið higartil var tøk í ringbindum, kartotekskortum og enntá í minninum hjá starvsfólki, nú er skipað í einum dátugrunni. Tað er eitt stórt framstig fyri umsitingina av landsjørðini.

- Vit eru heppin at hava sera dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum og góðum minni, men tað er sjálvandi altíð ein váði, um ymiskt ikki er skjalfest og ikki er skipað eftir einum greiðum leisti við einum góðum yvirliti, sigur stjórin.

- Skipanin sameinir GIS við fyrisitingarligan dátugrunn. Úrslitið er eitt fullfíggjað yvirlit við kortdátum yvir allar jarðir, ið vit umsita og varða av, umframt yvirlit við øllum festarum og leigarum á jarðunum. Hon gevur somuleiðis atgongd til sporføri og ger okkara umsiting betri og smidligari, vísur hann á.

Skipanin er knýtt at fólkayvirlitinum, yvirlitinum hjá Matrikulstovuni, Tinglýsingini og Heldini. Hon lesur støðugt dátur úr hesum skipanum, og boðar frá, tá broytingar henda. Sostatt fær Búnaðarstovan fráboðanir, eitt nú tá viðskiftafólk flyta bústað, andast, ella tá broytingar henda á matriklunum kring landið. Men skipanin hevur eisini funnið gamlar skrásetingar villur viðvíkjandi landsjarðunum, soleiðis at skipanin á tann hátt er við til at rudda í verandi skrásetingum.

Tróndur Leivsson fegnast um brúkaravinsemið og at starvsfólkini kenna seg aftur í greiðu brúkaraflatuni, sum er bygd á kenda tøkni hjá Microsoft og ESRI.

Tróndur sær eisini stórar menningarmøguleikar, ikki bara í skipanini sjálvari, men eisini í teimum møguleikum, ið skipanin gevur fyri at geva almenninginum atgongd til vitan um landsjarðirnar.

Skipanin hevur somuleiðis allar avtalur skrásettar, so fráboðanir koma, tá hesar skulu endurnýggjast ella eftirhyggjast.

Hetta er ein skipan, ið sameinir styrkirnar á menningardeildini í Munin við dygdirnar í Hugin-skipanini fyri at nøkta tørvin hjá Búnaðarstovuni at fáa yvirlit yvir landsins jarðir.

- Hetta hevur verið ein spennandi og drúgv tilgongd við einari meira umfatandi uppgávu enn vanligt. Tí er tað ein góð kensla at vera komin á mál og síggja, at skipanin veruliga ger mun fyri Búnaðarstovuna, sigur John Zachariassen, verkætlanarleiðari fyri Munin.

Munin takkar fyri samstarvið higartil og ynskir Búnaðarstovuni til lukku við nýggju skipanini.

 

Andrass Holm Arge og Tróndur Leivsson, frá Búnaðarstovuni og John Zachariassen og Mads Helgi Poulsen frá Munin skriva undir avhendingarskjalið fyri Talgildu Landsjarðarskipanina.

 

Um Hugin og Talgildu Landsjarðarskipanina:

Munin hevur ment Hugin-pallin, ið Talgilda Landsjarðarskipanin er bygd á. Loysnin er sett upp á kervinum hjá KT-landsins, sum Búnaðarstovan er partur av. Á Hugin-pallinum eru brúkarastýring, gjaldsskipan, uppgávustýring og kort-loysnir.

 

Skelta við staðarnøvnum á Nesi

Munin hevur hjálpt Nes kommunu við at samla og skráseta gomul staðarnøvn. Nú eru tey prentað á samvirkin skelti, sum í hesum døgum vera sett upp í kommununi.
Í Hjøllum, Útistova, Leigustova, Hákunarstova, úti í Forna ella í Túni, fyri ikki at tosa um á Gadd. Í Nes kommunu eru heitini nógv, og nú ber til bæði at læra seg nøvnini og at lesa um upprunan av teimum.
Munin veitti eina skrásetingarsíðu til kommuna, har heimildarfólk kundu skráseta staðarnøvnini, og knýta tey til rætta staðið á einum korti. Hesar skrásetingar eru so hvørt blivnar virknar á eini sergjørdari heimasíðu.
Á síðuni finnur brúkarin staðarnøvn við at leita eftir parti av staðarnavni ella við at tøppa á staðið á kortinum. Brúkarin sær á snildfonini, hvar hann sjálvur er staddur á kortinum, og kann tí lætt finna júst tað staðið.
Eisini hevur Nes kommuna nú sett skelti upp við QR kotu, ið leinkja inn til staðanøvini, sostatt kann man skanna hesar og koma beint inn á viðkomandi síðu at lesa um navnið.

John stoypir KT loysnir

John Zachariassen leiðir KT-deildina á Munin. Hann hevur eina fakliga bakgrund sum bachelor í oljuverkfrøði frá Fróðskaparsetrinum og nógv ár av praktiskum royndum.
John sigur: 'Arbeiðsdagurin hjá mær gevur góða meining. KT-deildin ger loysnir og amboð, sum skulu lætta um arbeiðsdagin hjá øðrum. Vit skulu skilja fjølbroytta tørvin hjá okkara kundum og veita teimum eina greiða og brúkaravinarliga talgilda loysn - á føroyskum. Vit gera kunnleika og vitan atkomulig og fáa soleiðis minni sjónligar umstøður betri sjónligar - ella tú kanst siga, at vit mynda ein talgildan tvíbura av veruleikanum.'
John heldur fram: 'tá ið vit á KT-deildini 'stoypa' eina loysn, er vanligt at sjónarmiðini eru rættuliga ymisk at byrja við. Men so við og við búnast ein loysn í huganum á okkum og teimum, sum hava biðið um loysnina. Hetta kjakið og tilgongdin avdúkar vanliga møguleikar, ið leiða til eina betri loysn, sum kundin kennir seg aftur í.
John er heimkærur vestmenningur, og hann hevur tokka til náttúruna og umhvørvið, sum er høgt í metum hjá honum. Arbeiðsdagurin gevur heilafimleik, men tað er tiltrongt at vera kropsliga virkin í frítíðini við til dømis rógvimaskinu í kappróðrarneystinum, einum svimjitúri ella at fáa sveittan fram í einum tøttum badmintondysti.
Tað er serliga kring heimbygdina, at John fer í hagan við fjallasúkklu. Góðveðursdagar er lokkandi at fara við bátinum til útróðrar, eftir havhesti, og ikki minst at sigla ímillum hinar bátarnar á árligu Bátastevnuni saman við fólki í góðum lag. Eftir besta førimuni gevur John sítt íkast til felagsskapin í væl ljómandi Vestmannakórinum. Ikki minst løturnar við vinum og familju vera virðismettar.

Mátaðu gamla sjúkrahúsið upp

Nei, talan er ikki um torgreiðar diagnosur ella eitt tilboð til sjúklingar, ið staðfestir hetta ella hatta. Talan er um umbygging av C bygninginum, ið er tann, sum vendir oman og niðan frá J. C. Svabosgøtu. Bygningurin er gamal, og verandi tekningar ikki nøktandi. Tí var neyðugt við uppmátingum.
Munin fekk uppgávuna at gera uppmátingarnar. Gjørt var av at máta niðara part av bygninginum við LiDAR skannara frá jørðini, og ovara part og tekjuna við LiDAR skannara á einari dronu, soleiðis at grundarlagið fyri projektering kundi gerast so neyvt sum yvirhøvur til ber.
So til tað nørduta: Lidar - Light Detection and Ranging. Lidar er uppmátingarháttur, sum mátar frástøður við at peika ein lasara móti einum luti og máta tíðarbilið til ljósið kemur aftur til móttakaran. Á henda hátt ber til at framleiða sera neyvar 3D lendislýsingar.
Mátingarnar verða brúktar m.a. í CAD-forritum, sum í hesum førinum eru talgild 3D kort við púra neyvum lendiskurvum. Við at gera eina nærum fullkomna mynd av øllum sjúkrahúsøkinum, ber til at siga, hvussu nýggi bygningurin fer at taka seg út í lendinum og hvussu hann møguliga fer at ávirka nærumhvørvið. Fer ein hækking av verandi bygningi at ávirka tyrluflúgvingina til landssjúkrahúsið? Hvussu verður við ljósviðurskiftum? Hetta og ikki minst púra neyvar dátur um verandi bygningar og lendi, fingu vit til vega við Lidar 3D skanningum. Dáturnar verða grundarlag undir projektering og umbygging av allari verkætlanini.