Rottutýning í kommununum
Kringvarpið vitjaði úti í kommununum her fyri, og gjørdi eitt innslag um innsatsin at týna rottu. Hygg at innslagnum her
SEV skrásetir sínar kaðalar

Sjálvvirkandi dagføring av lendisskrá
Byggisamtyktin hjá kommununi kann sjálvvirkandi gerast partur av lendisskránni hjá Umhvørvisstovuni. Av tí at tit hava hýsing av byggisamtyktini hjá Munin, kunnu tit velja at fáa eina ískoytistænastu, so tit lætt kunnu fylgja krøvunum frá Umhvørvisstovuni.
Tann 1. januar 2024 kom kunngerð um lendisskrá í gildi. Kunngerðin ásetir, at allar góðkendar og ætlaðar byggisamtyktir skulu skrásetast í eini lendisskrá, sum Umhvørvisstovan umsitur. Hetta kann tykjast møtimikið hjá kommunum, har nóg mikið er at gera frammanundan.
Munin hevur ment eina tænastu, har byggisamtyktin fyri tína kommunu dagliga verður latin Umhvørvisstovuni í tí sniði og við teimum upplýsingum, ið Umhvørvisstovan hevur ásett.
Umhvørvisstovan fær á hendan hátt uppskot til broytingar í byggisamtyktini, galdandi byggisamtykt og teir partar av byggisamtyktini, sum eru farnir úr gildi.
Um slóð til byggisamtyktartekstin er partur av tykkara kort-upplýsingunum, verður slóðin eisini latin Umhvørvisstovuni.
Umhvørvisstovan dagførir síðani kortal.fo, soleiðis at tann skipanin hevur røttu upplýsingar um byggisamtyktir í tykkara kommunu.
Umhvørvisstovan fær eisini upplýsingar, so hon kann vísa byggisamtyktina við teimum litum, sum kommunan hevur ásett.
Um Umhvørvisstovan krevur broytingar, eitt nú at teigur skal leggjast aftrat ella líknandi, lagar Munin veitingina til.
Munin eygleiðir og tryggjar, at veitingin av dátunum koyrir eftir ætlan. Hetta ger, at tær halda eina ásetta góðsku.
Hevur tykkara kommuna hug at frætta meira um, hvussu Munin kann hjálpa tykkum, kunnu tit skriva ella ringja til okkara.
Staðarnøvn í Hvalbiar Sókn
Fyri nú skjótt trimum árum síðani, spurdu John Berg og Leivur Nygaard kommununa, um kommunan vildi gjalda fyri talgilt kort frá Munin, tí teir ætlaðu at staðseta staðarnøvnini í Hvalbiar sókn – Lítla Dímun er eisini við.
Kommunan játtaði og teir fóru í gongd við arbeiðið beinanveg. Hetta má sigast at vera eitt megnar arbeiði, tí 2100 nøvn eru staðsett og helst var hetta í tøkum tíma at fáa gjørt.
Til fleiri av staðarnøvnunum er frágreiðing og eisini hava teir tikið sera flottar dronumyndir, sum vísa staðarnøvnini. Hetta má sigast at vera ein týðandi partur av søguni hjá Hvalbiar sókn, sum hervið er skjalsettur. Vit í kommununi takka John og Leivi fyri hetta teirra megnar arbeiði.
Á myndini síggjast John, Leivur og Janus-borgarstjórin á skrivstovuni hjá kommununi, ið hevur verið arbeiðsrúm teirra í nú skjótt trý ár.
Vegna Hvalbiar kommunu fari eg, Janus Thomsen, borgarstjóri, at takka fyri arbeiði teirra.
Leinkið til staðarnøvnini liggur á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu – hvalba.fo – staðarnøvn.
Viðmerkingar og ískoyti eru vælkomnar, tí okur hava møguleika at fara á kortið at broyta, um so skuldi verið. Tykur kunnu seta tykum í samband við John Berg ella Leivur Nygaard.
Tú finnir staðarnøvnini her