Uppmáting

Munin veitir GNSS uppmátingar við cm neyvleika og totalstøð uppmátingar við mm neyvleika. Tørvar tær tekningar, har staðsetti veruleikin verður fluttur inn á skrivstovuna, er hetta rætta loysnin.

Avseting

Tørvar tær at flyta tínar staðsettu tekningar út í veruleikan er ein avseting veitt av Munin rætta loysnin, líkamikið um tørvur er á cm ella mm neyvleika.

Dronuuppmáting

Hugin dronan hjá Munin kann avmynda stór øki. Úrslitið av hesum myndatøkum og fotogrammetriskari viðgerð eru 3D myndlar av lendi og lutum, sum finnast í myndunum. Tørvar tær hæddarlinjur av einum stórum øki, nøgdarrokningar av tilfari í einum øki, ið broytir skap ella eina dagførda loftmynd til tína kortskipan er hetta rætta loysnin.

Skanning

3D lasaraskannarin hjá Munin uppmátar milliónir av punktum uppá stutta løtu. Hetta er hent tá millum annað bygningar skulu umvælast ella verksmiðjur skulu broytast. Punktaskýggj og myndarøðir verða framleidd í einum umfari, soleiðis at kundin kann sita á skrivstovuni og tekna uttan at skula vitja arbeiðsstaðið aftur.

Georadar

Við okkara georadara skanna vit niður gjøgnum lendið. Vit kunnu við hesum:

  • staðfesta dýpið niður á hellu ella fastan botn
  • finna niðurgrivnar leiðingar
  • finna fjaldar fornleivdir

Kanningarnar verða í hvørjum einstøkum føri settar saman í mun til tørvin í serstøku uppgávuni.

Resistivitet

Munin veitir resistivitetskanningar. Við hesum hátti kanna vit lagbýti og variatiónir niður- og tvørtur ígjøgnum lendið. Hesin háttur "sær" djypri enn georadar kanningarhátturin, men við verri upploysn. Vit síggja:

  • dýpið til botn og løg (royðu o.l.)
  • fjaldar gongir og rivur
  • variatiónir í vætuinnihaldi