Hugin - ein pallur til uppgávustýring

Altjóða tøkni til føroysk viðurskifti

Hugin er høvuðspallurin, ið sameinir kortskipanir við uppgávustýring av alskyns slag. 

Pallurin er føroyskur og gagnnýtir drúgvar royndir við tørvinum her á landi og sjógvi. Skipanin brúkar rúgvismikla kortdátugrunnin hjá Munin, har uppgávur eru knýttar til tað, sum har er skrásett. Skipanin kann skifta ímillum føroyskt og enskt mál.
Pallurin samskiftir við eitt nú Google og Microsoft. Á hendan hátt kunnu Hugin-brúkarar rita inn við m.a. sínum vanliga Microsoft brúkara. 

Altjóða ritbúnaðurin frá Microsoft, sum Hugin pallurin er mentur við, tekur Hugin við á eina støðuga menning. 

Uppgávustýringin er sostatt serliga væl egnað til føroysk viðurskifti. 

 Yvirlit 

  • Tøk á teldu, teldli og snildtelefon 
  • Greitt yvirlit yvir uppgávum 
  • Kend tøkni 
  • Føroyskur kort-dátúgrunnur 
  • Brúkarastýrd atgongd 
  • Dagført yvirlit við uppgávum, undiruppgávum, lýsing, støðu, raðfesting og samskifti viðvíkjandi uppgávuni á einum stað 
  • Støðug fjølbroyttariarcgi uppgávur til føroyska tørvin 

Eginleikar

Felags fyri loysnir, har uppgávur eru knýttar at lutunum, er: 

  • at lutirnir verða vístir á korti saman við uppgávunum
  • at eitt yvirlit við øllum teimum tilknýttu uppgávunum er tøkt fyri hvønn einstakan lut
  • at nýggir lutir kunnu skrásetast og broytast
  • at myndir kunnu knýtast til lutirnar
  • at lutir kunnu frámerkjast til at taka burtur
  • at adressuleiting í kommununi er partur av síðuni
  • at tá ið kortið verður víst á snildtelefon kann brúkarin síggja staðsetingina á telefonini á kortinum 

Hvør brúkari hevur atgongd til yvirlit við júst sínum uppgávum og kann á fartelefonini til dømis seta tær til at vera loystar. 

Skipanin rúmar allari uppgávugongdini, frá einum borgara, ið sigur frá frá t.d. einum holi í vegnum. Uppgávustýringin tekur ímóti fráboðanini og tillutar sjálvvirkandi avvarðandi brúkarum uppgávuna at viðgera fráboðaninam til ber somuleiðis at fylgja gongdini,  síggja status, nær uppgávan er byrja, og nær hon er enda. Hetta kann bæði vera eitt innanhýsis starvsfólk ella ein uttanhýsis veitari. Skipanin loyvir eisini einum samskipara at raðfesta uppgávurnar.

Hugin er skipan, ment saman við og til føroyskar kommunur, stovnar og virki. Sostatt er uppgávustýringin nú víðkað til áarinntøk, brandpostar, ruskspannir, vegakervi, rottutýning, saltkassar og gøtuljós. Upplagt er at víðka til enn fleiri økir. 

Hugin pallurin fevnir breitt, tí undir liðini á uppgávustýringini standa loysnir sum tær til kloakk-viðurskifti og sølu av bátaplássum.

Uppgávustýringin dugir eisini at samskifta við aðrar skipanir, til dømis Vangan hjá Talgildu Føroyum. 

Ískoytis skipanir til Hugin

Hugin - Áarinntøk

Áarinntøk er ískoyti til Hugin, ið skipar røktina av áarinntøkum. Áarinntøkini verða sjálvvirkandi og regluliga frámerkt at reinsa. Kommunan kann áseta, hvussu ofta skal reinsast, og um hetta kann gerast við vanligum amboðum ella hydraulikk-amboðum. 

Somuleiðis kunnu allir partar frámerkja áarinntøkini til at verða umvæld. 

Hugin - Brandpostar

Brandpostar er ískoyti til Hugin, ið skipar røktina av brandpostum. Brandpostarnir verða sjálvvirkandi frámerktir til eftirlit við ásettum tíðarbilum, og áminning send um hetta. 

Eisini kunnu brandpostarnir verða frámerktir til at taka burtur ella til umvæling. Upplýsingar kunnu skrásetast um trýst, og hvussu nógvir litrar renna hvørt sekund í sambandi við eftirkanning av brandpostum. Mynd av brandpostinum og tí, sum er rundanum, ger tað lættari at finna 

Hugin - Fráboðanir

Fráboðanir er ískoyti til Hugin, har borgarar og starvsfólk, navngivin ella ónavngivin kunnu boða frá almennum uppgávum á einum fráboðanarkorti. Hetta kann t.d. vera hol í vegnum, vespur, umbøn um saltkassar, gøtuljós, rottu ella annað. Uppgávurnar verða síðan sendar til viðkomandi ábyrgdara, ið kann avgreiða uppgávuna, senda hana víðari ella avlýsa hana.

Hugin - Gøtuljós

Gøtuljós er ískoyti til Hugin, ið samskipar og ger samskiftið og samstarvið sjálvvirkið millum kommununa og tey fólk ella tær elfyritøkur, sum loysa uppgávur við gøtuljósum.

Uppgávurnar verða tillutaðar sjálvvirkandi alt eftir, hvat uppgávan snýr seg um, og hvar hon er.  Kommunan og elfyritøkur samstarva um at boða frá brekum á gøtuljósunum. 

Hugin - Ruskspannir

Ruskspannir er ískoyti til Hugin, ið skipar tøming av kommunalum ruskspannum. Ruskspannir verða frámerktar á kortinum, tá tær skulu tømast, og frámerkingin hvørvur, tá ið tær eru tømdar. Kommunan stillar tíðarbilið ímillum, at ruskspannir skulu tømast. Á kortinum kanst tú biðja um, at ruskspannin skal umvælast, vaskast ella takast burtur. 

Hugin - Rottutýning

Rottutýning er ískoyti til Hugin, ið samskipar rottutýning í kommununi. Eiturkassar og rottufellur verða skrásett og víst á kortinum. Mynd vísir neyvu staðsetingina. Kommunan stillar tíðarbilið ímillum, at tær skulu eftirhyggjast. Tá tíð er til eftirlit, verður hetta frámerkt á kortinum, og frámerkingin hvørvur, tá ið eftirlitið er gjørt.

Sum partur av eftirlitinum boða týningarfólkini frá, hvussu nógv eitur er eftir í kassunum, og um eitrið er skift út við nýtt. 

Fyri at fáa ábending um, hvussu nógv ella lítið er av rottu, eru sáld til at vísa eiturkassar, har eitursnøgdin er minkað, og annað sáld vísir, har eitursnøgdin ikki er minkað.
Kortið vísir somuleiðis fráboðan um rottu.

Hugin - Saltkassar

Saltkassar er ískoyti til Hugin, at samskipa eftirlit við saltkassunum í kommununi.

Saltkassar verða sjálvvirkandi frámerktir á kortinum, so hvørt kannast skal, um nóg nógv salt er í teimum. Til ber somuleiðis at senda umbøn um at umvæla saltkassa ella taka hann burtur.

Sáld vísa saltkassar, sum hava verið tómir hendan veturin, og aðrar, har nýtslan er lítil; á hendan hátt ber til at tillaga eftirlitstíðarbilið.

Uppgávustýring

Uppgávustýring til uppgávur, ið ikki eru knýttar at einstøkum lutum, er eitt ískoyti til Hugin. Til ber at stovna eina uppgávu og gev einum brúkarabólki ella ábyrgdara hana.
Ábyrgdari kann avgreiða uppgávuna, senda hana víðari ella avlýsa hana. Á uppgávutalvuni sæst yvirlit, har uppgávur kunnu sorterast og sáldast eftir teirra. Uppgávukortið vísir staðsetingin av øllum staðsettum uppgávum, og vikuligt yvirlit vísir allar uppávur, og hvør støðan er á teimum
Brúkarar kunnu viðmerkja uppgávurnar, har tað sæst, hvør hevur viðmerkt og nær.
Viðmerkingar kunnu beinast til ávísan brúkara.
Skipanarborðið er nýggjur partur av hesi loysnini. Við skipanarborðinum kunnu nýggir brúkarar fáa atgongd og skipast í brúkarabólkar.

Hugin - Vegristir

Vegristir er ískoyti til Hugin, ið samskipar eftirlit og viðlíkahald av vegristum. So hvørt vegristir skulu reinsast, verða tær frámerktar á kortinum og frámerkingin hvørvur, tá ið uppgávan er avgreidd, og kemur sjálvvirkandi aftur, tá ið ásett tíð er liðin. Kommunan stillar tíðarbilið ímillum at tær skulu eftirhyggjast. Til ber somuleiðis at senda umbøn um at umvæla vegristina.