GIS – Geografisk kunningarskipan

Staðsett skráseting

Munin veitir kort-amboðið GIS – Geographic Information Systems – sum heilt grundleggjandi arbeiðir við staðsettum upplýsingum, ið kortskipanin setir saman í løg til eitt samlað kort. Hetta skapar eitt fult yvirlit til at skilja samanhangir.

Røkt

Loysnir til røkt

Uppgávan at røkja útgerð, lutir og ognir hjá kommunum verður skipað soleiðis, at tað fellur starvsfólki í kommuni lætt og við ruddiligum yvirliti. At røktin er skipað, letur eisini upp fyri, at kommunur kunnu bjóða privatum fyritøkum at taka sær av pørtum av røktini hjá kommunum.

Livandi litir og tekin gera tað lætt, væl skilligt og nær um stuttligt hjá starvsfólkum at arbeiða við røkt á henda hátt. Kortskipanir til tílíka røkt byrja við staðsettari skráseting av lutum.

Frá skráseting til regluliga røkt

Við GIS kunnu alskyns lutir so sum brandpostar, staðarnøvn og jarðaði í einum kirkjugarði verða skrásettir og staðsettir. Lutirnir verða bólkaðir í løg, sum saman verða tikin inn á kort, og soleiðis skapa eitt heildaryvirlit.

Heildin kann í eini handavend styrkjast við at hála matriklar, vegir og adressur inn frá Umhvørvisstovuni saman við teirra frálíka myndakortið sum bakgrund. Ja, og fornminni frá Tjóðsavninum.

Um borgarin boðar kommununi frá einum holi í vegnum, fer tann fráboðanin víðari til viðkomandi starvsfólk, sum skulu taka sær av fráboðanini. Kortskipanin kann minna røttu starvsfólkini á, at tíðarbilið síðan seinasta eftirlit av eini vegrist er runnið, so nú eigur vegristin aftur at verða kannað.

Dynamiska kortið ger tað sostatt lætt hjá kommununi at skipa samskifti innanhýsis og at skipa kunning til borgarar og vinnuna.

Altjóða kort-amboð

Altjóða fyritøkan Esri hevur ment kort-amboðini, sum Munin lagar til nýtslu og tørv. Soleiðis kunnu kommunur, stovnar og onnur viðskiftafólk verða frammi í oddinum við tí nýggjasta, sum kortskipanir bjóða og megna.

Vit savna og skipa upplýsingar at vísa á kortum, sum kunnu lesast inn á snildfonum og teldum. Hesar kortskipanirnar verða brúktar kring allan heim frá einfaldari nýtslu til ta heilt framkomnu og samansettu nýtsluna.

Skipanirnar eru grundaðar á hugtakið GIS – Geographic Information Systems – sum heilt grundleggjandi arbeiðir við staðsettum upplýsingum, ið kortskipanin setir saman í løg til eitt samlað kort, og soleiðis skapar eitt fult yvirlit til at skilja samanhangir.

Runavík

Kortið ger tað lætt at skipa innanhýsis samskifti og kunna borgarar og vinnuna

Munin hevur millum annað veitt eina GIS skipan til Runavíkar kommunu, bæði til innanhýsis nýtslu og eitt alment kort. Á almenna kortinum síggjast adressur, matriklar, teleleiðingar og mangt annað.

Kort yvir Runavíkar kommunu