Verk- ella byggifrøðingur til

3D-projektering og 3D-dátuviðgerð

Munin søkir eftir starvsfólki til 3D-projektering innan verklagsarbeiði og 3D-dátuviðgerð.

Tráar tú eftir at arbeiða við 3D staðsettum dátum, sum eru føddar við RTK GPS, totalstøð, dronu, 3D-skanningum ella maskinstýringum? Vilt tú stýra 3D dátustreyminum millum skrivstovu og maskinur? Ert tú stinn/ur í 3D projektering innan verklagsarbeiði? Vilt tú vera við til at menna títt arbeiðsøki?

Um tú situr og nikkar, so er tað júst tær, vit leita eftir.

Førleikar

Skikkaði at søkja starvið eru tey, ið hava:

  • royndir í AutoDesk forritum – AutoCad, Civil 3D, InfraWorks, Inventor, vm.
  • royndir í at projektera verklagsarbeiði í 3D
  • royndir innan landmáting
  • tev innan visualisering
  • nærlagni

Vit vænta, at tú ert ágrýtin og fyrikomandi.

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært avtalu.

Um Munin

Á Munin arbeiða seks starvsfólk. Umframt landmáting og verkfrøði arbeiða vit við KT og GIS loysnum. Starvsøkini eru støðugt ment síðan fyritøkan varð stovnað í 1998. Fyritøkan leggur dent á trivnað og framhaldandi menning hjá starvsfólkunum.

Skrivstovan er á Dalastígi 7 í Tórshavn. Nærlagni er í okkara stevnumiði.

Umsókn

Umsóknin og viðkomandi skjøl kunnu sendast til munin@munin.fo ella latast inn á skrivstovuni. Meir fæst eisini at vita við at seta seg í samband við Búa Una Jensen á telefonnummar 293605 ella við at skriva til buj@munin.fo.

Umsóknarfreistin er 15. desember 2021.