Øktur eftirspurningur eftir at forrita, hagreiða og skipa staðsettar dátur og seta skipanir upp til okkara viðskiftafólk ger, at vit nú søkja eftir starvsfólki við viðkomandi førleikum.
Starvið:
Í einum spennandi og fjølbroyttum starvi verður arbeitt saman við hinum KT-starvsfólkunum at hagreiða og skipa dátur til at nýta í skipanum og appum, sum verða mentar og tillagaðar í samstarvi við brúkaran. Eisini tá ið tað krevur at royna nýggjar leiðir.
Uppgávurnar geva loysnir til hvønn krók í Føroyum á landi og sjógvi. Uppgávur eru eisini uttanlands. Loysnirnar skulu geva okkara viðskiftafólkum álítandi, væl skipaðar og skilligar, snøggar og brúkaravinarligar loysnir til talgildar miðlar. Staðseting er eitt afturvendandi evni í uppgávunum, sum fevna breitt.
Arbeitt verður fyri tað mesta í Windows umhvørvi.
Førleikar:
Skikkað at søkja starvið hava:
- viðkomandi útbúgving í verkfrøði ella KT
- førleika at forrita í Python ella líknandi
- førleika at arbeiða við dátugrunnum
- førleika at hagreiða dátur
- góðan enskan málførleika
- evni at samstarva í bólkum og at arbeiða sjálvstøðugt
- fyrimun við førleika at arbeiða við HTML, CSS og Javascript
- fyrimun við førleika at arbeiða við GIS og ritbúnaði frá ESRI
- fyrimun við royndum í at seta loysnir upp til ymsar talgildar miðlar
- fyrimun við at hava grafiskt tev
Vit vænta, at tú ert ágrýtin og fyrikomandi.
Løn og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært avtalu.
Um Munin:
Á Munin arbeiða seks starvsfólk. Umframt KT og GIS arbeiða vit við projektering, landmáting bæði við RTK, totalstøð og dronumyndum. Starvsøkini eru støðugt ment síðan fyritøkan varð stovnað í 1998. Fyritøkan leggur dent á trivnað og framhaldandi menning hjá starvsfólkunum.
Skrivstovan er á Dalastígi 7 í Tórshavn.
Nærlagni er í okkara stevnumiði.
Umsókn:
Umsóknin kann sendast til munin@munin.fo ella latast inn á skrivstovuni.
Meiri fæst eisini at vita við at seta seg í samband við John Zachariassen á telefonnummar 293600 ella við at skriva til jz@munin.fo.
Umsóknarfreistin er 15. apríl 2021.