Verkfrøðingur ella byggifrøðingur til

projektering og dátuviðgerð

Munin søkir eftir fólki við royndum innan projektering og eftirlit av verklagsarbeiði. Starvsøkið verður eisini at skipa dátustreymin millum ymiska landmátaraútgerð og skrivstovu.

Førleikar

Skikkaði at søkja starvið eru tey, ið hava:

  • royndir í AutoDesk forritum (AutoCad, Civil 3D, InfraWorks, Inventor o.tíl.)
  • royndir í at projektera verklagsarbeiði
  • royndir innan landmáting
  • tev innan visualisering
  • nærlagni
  • duga væl at samskifta á føroyskum á skrift og talu
  • koyrikort til bil

Vit vænta, at tú ert ágrýtin og fyrikomandi.

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært avtalu.

Um Munin
Á Munin arbeiða seks starvsfólk. Umframt landmáting og verkfrøði arbeiða vit við KT og GIS loysnum. Starvsøkini eru støðugt ment síðan fyritøkan varð stovnað í 1998. Fyritøkan leggur dent á trivnað og framhaldandi menning hjá starvsfólkunum.
Skrivstovan er á Dalastígi 7 í Tórshavn.
Nærlagni er í okkara stevnumiði.

Umsókn
Umsóknin og viðkomandi skjøl kunnu sendast til munin@munin.fo ella latast inn á skrivstovuni.
Meir fæst eisini at vita við at seta seg í samband við Búa Una Jensen á telefonnummar 293605 ella við at skriva til buj@munin.fo.
Umsóknarfreistin er 15. mai 2022.