Hi-res GPS-kort

Vit veita GPS kort í høgari upploysn. Bæði á landi og sjógvi. Finn hvønn bústað í Føroyum og fiskikort við dýpd út á  200 fjórðingar.

Keyp lykilin í hesum handlum

Kortið er læst. Fyri at lata tað upp, krevst at tú keypur kortið við lykli í einum av hesum handlum:
Elding, Bátatænastuni og Power í Tórshavn. Elding í Klaksvík og Radiobúðini í Runavík.

Kortið fæst í tveimum útgávum: til GPS-ara ella plottara.

Vegleiðari

495 kr.

Vísir vegir og adressur. Vanligt gps-kort til vegleiðing til eina og hvørja adressu í Føroyum.

Muninkort

1495 kr.

Umframt eginleikarnar hjá vegleiðaranum vísir kortið dátur í haganum, t.e. hæddarkurvar, staðanøvn, hamrar, varðar og varðagøtur, hagapartar og seyðaból.

Fiskikort

2495 kr.

Vísir dýpdir út til 200 fjórðingar. Á kortinum eru mið, boðar, vitar við teirra vinklum, staðanøvn, havnir og lendingar umframt viðkomandi støð, telefonnummur og aðrar upplýsingar til neyðstøður.

Føroyakort

3395 kr.

Eitt samlað kort við øllum sum Muninkortið og Fiskikortið hevur.

Hjálp

Vegleiðing at dagføra GPS-kort

Henda vegleiðing er ætlað teimum, ið hava GPS-ara, sum kann taka ímóti SD-kortinum, sum GPS-kortið kortið liggur á. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Munin á tlf. 353600. Fyri at dagføra kortið krevst teldu, sum koyrir Windows stýriskipanina.

Forrit til at vísa GPS-kortVegleiðing